MFS

  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size

Pisan 2010 útkomin!

Prentvæn útgáfa Skoða sem PDF skjal

Árliga afturvendandi útbúgvingarblaðið hjá Meginfelag Føroyskra Studenta - Pisan - fæst nú til taks á alnótini.  Pisan er blaðið fyri øll tey, ið ætla sær undir hægri lestur, bæði uttanlands, og heima. Her kanst tú lesa um hvussu onnur uppliva tað at fara undir hægri lestur, hvussu tað er at flyta heimani frá og út í stóru verð, hvagani tú fært pening til lívsins uppihald, hvar tú kanst møta øðrum føroyskum lesandi og hvussu tú fært alt tað praktiska pá pláss. Og ikki minst, hevur tú nú valt ta røttu útbúgvingina?

Les m.a. um hvussu Ísland er sum lestrarland, hvussu tað er at lesa málvísund í Fraklandi - pouvez-vous parler français? - og hvussu nógv var tað nú man fær í SU? Og nær kann man søkja um ferðastuðul? Alt hetta og nógv, nógv annað kanst tú lesa um í Pisuni 2010 við at heinta hana her.


 

Skerpikjøt til Íslands

Prentvæn útgáfa Skoða sem PDF skjal

Nú er møguligt hjá føroyingum at taka kjøt við til Íslands. Sendistovan í Reykjavík hevur, síðani hon lat upp í 2007, arbeitt miðvíst fyri at føroyingar kunnu fáa loyvi at taka føroyskt kjøt við sær til Íslands, uttan stórvegis hóvasták. 

 

Nánar...
 

Annika and Helena Crashing L.A.

Prentvæn útgáfa Skoða sem PDF skjal

 

Um fáar dagar fara Annika á Lofti og Helena Guttesen, ið báðar lesa á Listaháskóla Íslands til USA at ferðast og á skeið í tveir mánaðir.

Nánar...
 

spurningarkanning

Hvussu hevur tú tað við at skriva opinbera grein á Föroyskun?
 

Álmanakkin

Sun sep 05 @20:00 -
Dansiringurin
Sun sep 19 @20:00 -
Dansiringurin